Danskir skúlaleiðarar, sum herfyri vitjaðu í Føroyum, vóru sera hugtiknir av ætlaða Skúladeplinum við Marknagil. Fyri smáum tveimum vikum síðani skipaði Landsverk fyri verkstovu, har evnið var innrætting og læring í komandi skúladeplinum í Marknagili.
Tað er bygginevndin fyri Marknagil-verkætlanini sum tók stig til verkstovuna.
Ein rektari, ein vararektari og ein útbúgvingarleiðari á Miðnámsskúlum í Danmark vóru á vitjan og greiddu frá, hvussu undirvísingin á teirra miðnámsskúlum fer fram.
Talan var um Allan Kjær Andersen, sum er rektari á Ørestad Gymnasium, Lise Hansen, sum er vararektari á Egaa Gymnasium og Suzanne Søderberg, ið er útbúgvingarleiðari og verkætlanarleiðari fyri útbyggingina av Roskilde Tekniske Skole.
Endamálið við verkætlanini var at fáa lýst hvørjar møguleikar og avmarkingar eru í ávíkavist traditionellum, lukkaðum og í opnum læringsumhvørvi.
-Donsku gestirnir vóru sera hugtiknir av ætlaða skúladeplinum í Marknagili, sigur Landsverk í dag.