Sponsoravtala
Eitt av feløgunum, sum enn ikki hevur boðað frá, hvør høvuðsstuðulin fyri komandi kappingarár verður, er B36. Tey bæði seinastu árini hevur tað annars verið telefyritøkan, Kall, sum hevur verið høvuðsstuðul, men í heyst samdust partarnir um, at tað samstarvið ikki varð longt á hesum sinni.
Metsáttmáli
At B36 enn ikki hevur boðað frá, hvør verður nýggi høvuðsstuðulin, kemst tó neyvan av, at felagið ikki hevur havt samband við møguligar høvuðsstuðlar.
Eitt navn, sum aftur og aftur hevur verið at hoyrt, er at danska flogfelagið, Maersk, skal verða nýggjur høvuðsstuðul. Meðan Kall hevur átt sætið á bringunmi hjá B36, hevur flogfelagið hildið til á brókunum, men nú skal búmerkið so eftir øllum at døma flytast longur upp.
Tíðindini verða heldur ikki minni sannlík av, at formaðurin í B36 í løtuni er staddur í Danmark. Men tá vit hósmorgunin fingu orðið á Kristian á Neystabø, var hann ikki so nógv fyri at siga, hvørt hetta var í ørindum fyri B36 ella í privatum ørindum. Spurdur beinleiðis, um hann var í Danmark fyri at undirskriva eina sponsoravtalu, segði Kristian á Neystabø, at tað var hann ikki.
- Vit fáa nýggjan høvuðssponsor fyri komandi ár í nærmastu framtíð. Nær tað verður, og hvør tað verður, fái eg ikki svara fyri, var einasta viðmerkingin, sum formaðurin hevur til hetta.
Álítandi keldur vita tó at siga, at talan verður um sáttmála millum Maersk og B36. Og verður hetta so, so er lítið at ivast í, at talan verður um størsta sponsorsáttmála, sum eitt føroyskt ítróttarfelag hevur fingið.
Tað tykist sera trupult at fáa nakað greitt boð um, akkurát hvussu stórt krónutalið í sáttmálanum er. Men greiðar ábendingar tykjast tó vera um, at árliga grundgjaldið í sáttmálanum fer at verða onkra staðni millum 300.000 og 500.000 kr. um árið. Og hartil skulu so leggjast tær bonusupphæddir, sum kunnu koma upp á tal, um stjørnusetti B36-hópruin røkkur somikið langt í lands- og steypakapping, sum vónirnar eru til.











