Aftur hetta vikuskiftið hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir um herverk í Gundadali, eftir at konsert hevur verið har um vikuskiftið. Heili trettan reklamuskelti á stóra skýlinum í Gundadali hava fingið skaða. Tilsamans liggja eini tjúgu metrar av skeltum við vøllin. Løgreglan sigur, at slík skelti kosta 500 krónur fyri meturin. Harumframt er herverk framt á ein bil, ið stóð parkeraður nærhendis.
Fleiri onnur herverk eru eisini meldað til løgregluna. Eitt nú kann nevnast, at ein stórur steinur varð tveittur í stóra sýnisgluggan í Samvinnufelagnum á Bryggjubakka. Felags fyri øll herverkini er, at løgreglan ikki veit, hvørjir gerningsmenninir eru.
Annars verður sagt frá einum sera friðarligum vikuskifti kring landið.