Rekið ikki ungdómin av landinum?

Johan Samuelsen


Hóast vit hava 9 ára skúlaskyldu í Føroyum, so hava flestu skúlar við framhaldsdeild valt at hava eitt 10. floks tilboð at bjóða næmingunum, sum ikki hava valt at fara á miðnám eftir loknan 9. flokk. Grundirnar kunnu vera so ymiskar, hví so er, m. a. halda nógv foreldur, at barn teirra er ov lítið búgvið, meðan onnur halda, at 1 ár í 10. flokki gevur teimum eitt betri fakligt støði at standa á, tá farast skal víðari, meðan uppaftur onnur hava hoyrt, at 10. flokkur er nakað heilt annað enn hini 9 árini í fólkaskúlanum hava verið, og velja tí at fara í henda øðrvísi 10. flokk. at royna, hvussu tað nú er.

Skúlaleiðslur, lærarar, saman við skúlastýrum og kommunum kring landið, hava lagt høvur í blot fyri at finna fram til besta leistin, hvat 10. flokki viðvíkur, sjálvandi alt fyri næminganna besta, nú lesiætlanir, ársætlanir o. a. ikki eru so neyvt orðaðar, og bólturin er í staðin givin yvir til einstøku skúlarnar at fáa sum frægast burturúr - og hugskotini tróta ikki.

Men ein fyritreytin fyri, at spennandi og øðrvísi 10. flokkur skal kunna geva so margfald tilboð sum gjørligt, er, at næmingagrundarlagið er til staðar, og at engageraðir lærarar, sum vilja gera ein eyka innsats fyri tey 15- 16 ára gomlu, finnast.

Hjá framhaldsskúlunum úti á bygd hevur tað mangan verið so, at næmingatalið, sum hevur valt at fara í 10. flokki hevur verið so lítið, at bert heilt fá tilboð hava verið at valt í hjá hesum næmingum. Men av tí at havnarskúlar eru so stórir, og næmingatalið liggur um 500 næmingar á hvørjum framhaldsskúla, so hevur ligið eina best fyri at skapa verunligar valmøguleikar í teimum 4 høvuðsstaðarskúlunum. Men hóast hesa sannroynd, so hevur Tórshavnar kommuna ikki verið heilt nøgd við skipanina, og fór tí undir, fyri nøkrum árum síðani, saman við skúlaleiðslunum, at skipa soleiðis fyri, at ymisku faktilboðini blivu savnaði á ymsu skúlunum, alt eftir hvussu skúlarnir vóru útgjørdir, læraratilfeingið v. m., og næmingarnir fluttu so ímillum, sambært tímatalvuni.


Álit varð skrivað

Og seinri bleiv eitt álit skrivað, har mælt varð til at seta sjálvstøðugan skúla á stovn, sum savnaði 10. floksnæmingar úr øllum teimum kommunalu skúlunum í Tórshavnar kommunu – hetta bleiv so av ongum vegna pengatrot og vantandi lógarheimild, og í staðin varð víst á Eysturskúlan, sum eina loysn, tí har var nógmikið av plássi og útgerðin á skúlanum var á eini leið, og so kundi onkur av verandi eysturskúlaleiðslu virka sum leiðari – tó mælti ein minniluti til at hava tveir 10. flokkar í kommununi, ein í Eysturskúlanum og ein í Kommunuskúlanum. Og nú er so spurningurin, um allur havnarungdómur skal savnast á einum ella tveimum skúlum í framtíðini?

Hetta skúlaárið hava 80 næmingar valt av 102 íalt at halda áfram í 10. fl. í Tórshavnar kommunuskúla, teirra millum eisini næmingar úr Argja- og Venjingarskúlanum, sum valdu Kommunuskúlan, sambært fría skúlavalinum, meðan 53 av teimum 112 næmingum í Eysturskúlanum valdu at halda áfram í 10. flokki har. Hetta sigur ikki so lítið - tí hvør veit betri enn næmingarnir sjálvir og foreldur teirra, hvat er best fyri »barnsins sanna gagn og frami«, og tí valdu tey sum tey gjørdu. Í Kommunuskúlanum hava ungir lærarar, saman við leiðsluni, tikið lógvatak saman, fyri at fáa ein so væleydnaðan 10. flokk sum gjørligt, og tað má vera eydnast teimum í stóran mun, sum úrslitið vísir, tí kappingin er hørð um hesar næmingar – og á hvørjum vári koma eisini danskir eftirskúlar, sum hava óteljandi sertilboð at bjóða fram í 10. flokki, so sum í ítrótti, tónleiki, list, fremmandamáli o.s.fr. til Føroyar at gera sær dælt av útferðarhugi teirra ungu, og lokka við litføgrum faldarum, hvussu einastandandi gott teirra tilboð er! Men eisini her hevur Kommunuskúlin klárað at steðga gongdini, ongantíð hava so fáir næmingar úr Havnini farið á kostnaðarmiklu donsku eftirskúlarnar sum í ár.


Danskir eftirskúlar fáa kapping

Hetta skuldi verið gleðistíðindi í Føroyum í dag, har høvuðsevnið dagliga hevur verið fólkaflytingin úr landi okkara – og serliga áttu býráðspolitikarar at verið fegnir og ikki sørt stoltir um gongdina í málinum, teir reisa líka til London og Keypmannahavnar at biðja og bøna fólk at koma heimaftur - og takka hesum lærarafólkum fyri einastandandi arbeiðið at hava megnað at vent keðiligu gongdini. Men so eiðasørt! Ein mentanevndarformaður, Jógvan Arge, sigur ikki eitt kis, men letur bóltin fara yvir til Marin Katrina Frýdal, býráðslim, og hon ger allan spurningin um framtíðina og trivnaðin hjá teimum 15 – 16 ára gomlu í Havn til ein fíggjarspurning!! Og fer enntá so langt sum til at hótta við at steðga ellis- og røktarheiminum yviri við Stond, um Kommunuskúlin framhaldandi sleppur at hava eina fullfíggjaða framhaldsdeild (sic)!! Nú sigi eg sum tey ungu plaga at taka til: heilt erligt, Marin Katrina, hetta er ódámligt! Støðumetingarnar sum eru gjørdar av neyðugari um- og útbygging av Kommuskúlanum, vórðu gjørdar langt áðrenn hesin spurningurin um 10. flokk stakk seg upp – soppavøksturin kemur ikki eftir einum degi!! Kommunuskúlin er nógv elsti skúli í býnum, tikin í nýtslu í 1956, og at hann treingir til ábøtur og umbygging er, ella átti als ikki at verið, nakað nýtt fyri ein býráðslim ella nakran annan, og talið 25 millónir fyri framhaldandi at hava 10.flokk, er tikið úr leysum lofti, sum lærarar Kommunuskúlans eisini vísa á í opnum brævi um dagarnar!


Mest brúkti skúlin í býnum

Alt meðan fleiri av nýggjaru skúlunum í kommununi hava fingið munandi ábøtur í milliónaklassanum seinastu árini, hevur Kommunuskúlin verið við sviðusoð – mær kunnugt er ætlan gjørd, sum sigur, at eftir lokna bygging av skúlanum á Løgmannabreyt og á Hamrinum, so er Býráðið sinnað til at fara undir eina stigvísa um- og útbygging av Kommunuskúlanum. Eg havi starvast í útvið 40 ár í Kommunuskúlanum og at síggja handverkara har, ja, tað var sum lundi á jólanátt! Í »Gula skúla« er snøgt sagt lítið og onki gjørt hesa góðu halvu øld, og ongin skúli í býnum hevur verið í námind av tí nýtslistigi sum Kommunuskúlin hevur verið tað: um dagin sum barnaskúli við meiri enn 1000 næmingum viðhvørt, sum kvøldskúli, har var eisini Handilsskúli, áðrenn bygt varð í Marknagili, fimleikurin, tivoli og dansur á ólavsøku, valhøli, konsert- og samkomuhøli í Aulini o. s. fr. Stórsti trupulleikin í míni skúlatíð, var, nær vaskifólkið kundi sleppa framat at vaska!! Og so at leggja fíggjarvánirnar sum grund fyri at steðga 10. flokki í Kommunuskúlanum, tað er bæði synd og skomm! Høvdu allar krónurnar, sum út vórðu givnar úr kommunukassanum, komið so væl aftur við renturs rentu sum tær sum Havnar kommuna megnaði at skava saman í fátæku 1950-árunum til skúlabyggingina, so var væl vorðið, Marin Katrina! Og nútímansgerðin av Kommunuskúlanum stendur sjálvsagt fyri tørni nú – alt hitt er uttanumtos!


Latið foreldur og børn teirra velja

At savna allan havnarungdóm í eymu og viðkvomu árunum á einum staði, tá farast skal í 10. flokk, er ikki skilagott. Lat kappingina ráða (hóast Marin Katrina ikki skilir tað!?), gevið havnarungdómi høvi at velja tann 10. flokk, sum tey nú halda er best – har skal ongin Marin Katrina ella nakar annar koma og siga foreldrum og børnum teirra, hvat er best fyri tey- latið Eysturskúlan og Kommunuskúlan kappast um næmingagrundarlagið, so vit fáa eitt so gott 10. floks tilboð sum møguligt, sum eisini harvið vinnur á útlendsku skúlatilboðunum. Ongastaðni í Føroyum fara valmøguleikarnir í 10. flokki at vera so nógvir sum her – vandin lúrir úti um landið á skúlum við eini 100 – 200 næmingum, men her fáa allir næmingar í 10.flokki ta lærugrein, sum tey ynskja, annaðhvørt í Kommunuskúlanum ella Eysturskúlanum og tillukku við tí, havnarungdómur – tit skulu ikki rekast av landinum av tjóðveldisfólki og teirra lakajum í Tórshavnar býráði – tit hava betri uppiborið!

Sjálvandi geva býráðspolitikkarar havnarungdómi ein valmøguleika, so vit varðveita ungdómin her heima!