- Grindin liggur í løtuni útfyri grótkastið í Leirvík. Bátar eru í løtuni hjá henni.
Tað sigur Albert Eldevig, ið er ein av grindaformonnunum í Fuglafirði.
Leirvík er ikki góðkend grindavág, men grannabygdirnar Fuglafjørður og Gøta eru, meðan tað eisini ber til at reka grinda til Klaksvíkar.
- Enn er ikki avgjørt hvar grindin verður hildin til, tað mugu grindaformennininir og finningarbáturin avgera í felag. Men í løtuni rekur tað norðureftir, so væntandi verður hon hildin til í Fuglafirði.