Reka ungdómin í Havn á val

Enn eru tað sera fá av teimum ungu í Havn, sum hava valt til ungdómsráðið

Valluttøkan til fyrsta ungdómsráðið í Havnini, hevur verið lítilk higartil.

Tað varð upplýst á kjakfundinum í Margarinfabrikkini í gjárkvøldið, har tey 15 valevnini til ungdómsráðið fingu høvi til at hitta veljararnar.

 

Tað eru eini 2800 ung ímillum 14 og 22 ár, sum hava valrætt til ungdómsráðið. Valt verið á internetinum og valið byrjaði mánadagin og endar í morgin, fríggjadagin klokkan 13.

Men higartil eru tað bara 200 ung, sum hava brúkt høvið til at velja.

 

Tí heitti Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum, og fleiri av valevnunum, staðiliga á tey ungu um at fara á val og at gera sína ávirkan galdandi.

 

Bæði forkvinnan í mentanarnevndini og valevnini heittu á  tey ungu um at fara undir eitt veruligt átak fyri at reka vinfólk og kenningar á val

 

Heitt var á tey um at gera eitt átak í skúlum, í vinaskaranum, í ítróttarfeløgum og øðrum samanhangum við tí endamáli at fáa tey ungu á val.

 

Víst var á, at hetta er fyrstu ferð, val til ungdómsráð er í Havnini og at tað hevur sera stóran týdning, at tað hepnast væl og at valluttøkan er stór.

 Ella sum onkur segði: Ungdómsráðið umboðar øll tey ungu í Havnini, eisini tey, sum ikki eru á vali. Tí er betur, at øll fara á val og gera sína ávirkan galdandi.

 

Tað skulu veljast fimm limir í ungdómsráðið og fimm varalimir,  men tríggir teir fyrst valdu varalimirnir, kunnu eisini møta á øllum fundum hjá ráðnum.

Ungdómsráðið skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni og valskeiðið er tvey ár.

Ungdómsráðið skal vera ráðgevandi hjá býráðnum í ungdómsmálum.

 

Tey 15 valevnini til Ungdómsráðið, eru:

 

Rebbeka Eliasen, f. 1998, Hoyvík

Magnus Heinason Eysturoy, f. 1998, Tórshavn

Gunnhild Hansen, f. 1992, Hoyvík

Bogi Bech Húsgarð, f. 1999, Hoyvík

Harald Joensen, f. 1993, Argir

Hilbert R. Johannesen, f. 1998, Tórshavn

Ásvør Lognberg, f. 1996, Argir

Marianna W. Nagata, f. 1999, Hoyvík

Eyðun Poulsen, f. 1996, Argir

Drós Ragnarsdóttir, f. 1999, Tórshavn

Lydia Sólheim, f. 1998, Hoyvík

Oda Kjartansdóttir Strøm, f. 1991, Tórshavn

Bjørg A. Toftegaard, f. 1997, Nólsoy

Hanna Vang, f. 1995, Tórshavn

Tór Marni Weihe, f. 1994, Tórshavn