Finnleif Guttesen
býráðslimur á Tvøroyri
Minnisvarði
Tað er ikki óvænta, at landsstýrismaðurin í almannamálum vil reisa ein minnisvarða yvir sær sjálvum á ungum árum, sum ein kann reypa sær av, við at blakað barnaverndarøkið út á kommunurnar, uttan fyrilit av fíggjarligum avleiðingum fyri borgararnar
Fíggjarmálastýrið
Tað er undir alt lágmark, at fíggjarmálastýrið sigur, at ein hækking uppá 0,9 í kommunuprosentinum og ein lækking uppá 0,9 í landsskattinum ongar fíggjarligar avleiðingar hevur fyri einstaka borgaran, tí hetta er ein loddrætt lygn.
Skattarokningarnar hækkar hjá øllum borgarum
Tingmenn kunnu taka roknimaskinuna fram og rokna seg fram til, at t.d. við eini inntøku á kr. 150.000 har kommunuskatturin hækkar við 0,9 prosentum, skal landsskatturin lækka við umleið 3 (trimum) prosentum, fyri at borgarin ikki skal gjalda meira í skatti.
Lygnin
Landsskatturin lækkar bert við 0,9 prosentum, so at siga, at hetta uppskot um barnaverndarøkið ikki rakar borgaran er ein loddrætt lygn.
At ting- og landsstýrismenn í samgonguni kunnu góðtaka hetta, sigur meira um teirra hugburð og líkasælu enn nakað annað.










