##med2##
Føroysku U17 kvinnurnar reistu seg sum fuglurin, Føniks úr øskuni.
Hósdag í farnu viku vóru føroysku U17-kvinnurnar í EM-undankappingini á Tórsvølli fyri knúsandi 0-12 ósigri ímóti Noregi.
Sunnudagin stóð føroyska liðið seg heiðurliga reint leikliga móti Slovenia, kom til málmøguleikar, og hevði uppiborið betur enn at tapa 0-4.
Seinnapartin í dag vísti føroyska liðið enn størri framgongd, og vann ein ógvuliga kærkomnan og uppibornan 1-0 sigur á Aserbadjan við sigursmáli, ið Judith Eilersdóttir Rasmussen skoraði tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.
U17-landsliðsvenjarin staðfestir, at kvinnurnar gjørdu tað framúr í verjupartinum. Álopsparturin fekst eisini at rigga nógv betur í seinna hálvleiki, og Øssur Hansen slær fast, at føroyska liðið hevði fleiri vandamiklar málmøguleikar enn Aserbadjan, m.a. eitt skot hjá Fredrikku Clementsen sum rakti tvørtræið.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við Øssur Hansen stutt aftaná, at sigurin hjá føroysku U17 kvinnunum var komin í hús.
Við sigrinum gjørdust Føroyar nummar trý av teimum fýra liðunum í undankappingini. Noreg vann kappingina við fullum stigatali. Í dag vann Noreg 5-0 á Slovenia.