Tað er úti við »Krossin«, sum havnarfólk fyrr søgdu, har sum Velbastaðvegurin og Landavegurin møttust. Har hevur MC Felagið – felagið hjá teimum, sum hava motorsúkklur sum ítriv – hevur fingið eitt leigustykki frá Tórshavnar kommunu.
Limirnir hava grivið út, planerað og stoypt sokkul og gólv, lagt kloakk, vatn og annað. Í gjáramorgunin var klárt at fara undir timburarbeiðið.
Hinu megin Velbastaðvegin hava teir í hølunum hjá Hans Jákup Michelsen gjørt elementini klár, og fríggjakvøldið vórðu tey við kranabili koyrdi niðan á økið.
Tíðliga gjáramorgunin møttu menn og kvinnur mannsterk. Veggirnir vórðu settir upp, og sperrur lagdar á. Klokkan 15 høvdu teir boðsent Heðini Mortensen, bogarstjóra, til reisigldi.
##med2##
Heðin Mortensen segði nøkur orð – hugleiddi um sína fyrstu motorsúkklu, sum var ein gomul BSA politimotorsúkkla, sum varð keypt frá politinum í Keypmannahavn. Umframt athava koyrt motorsúkklu sum ungur er Heðin Mortensen eisini útbúgvin bilmekanikari hjá Wenzel Petersen, so hann var mitt í verðini millum øll motorsúkklufólkini.
Páll Jarnfoss, formaður í MC Felagnum segði eisini nøkur orð. Hann vísti á, at bygningurin higartil hevur kostað teimum um 300.000 krónur. Og at alt er goldið. Hann væntar, at tørvurin verður einar 300.000 krónur afturat, áðrenn komið er á mál.
##med3##
Hann segði eisini, at limatalið í MC Felagnum hevði verið dalandi seinnu árini, men gongd var komin á málið um felagshús, sást tað skjótt aftur í limatalinum, og tað fegnaðist hann um. Hann rósti eisini limunum fyri, at teir høvdu verið so raskir at lyfta uppgávuna samna og fegnaðist um stóra stigið við at reisa húsini í gjár.
Húsini eru 150 fermetrar til víddar. Tey verða innrættað í tveimum. Onnur helvtin verður til felagshús við køki, wc og øllum, sum har til hoyrir. Hin helvtin verður eitt snotuligt goymslurúm til motorsúkklurnar. Limirnir leiga sær so pláss, og á tann hátt verður raksturin av húsinum fíggjaður. Á sama hátt sum hjá Føroyar Ellisakførum, sum hevur gamla vatnbrunnin undir Gráasteini, sum hýsir ellisakførum.
##med4##
Tað er sera umráðandi, bæði tá talan er um at varðveita ellisakfør og motorssúklur, at pláss er innandura. Tí annars halda tær ikki. Við at hava eini felagshøli, so ber til hjá motorsúkkluáhugaðum at hugna sær saman við súkklunum og soleiðis stimbra felagslívið og áhugamálið við motorsúkklum.
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##