Reistrup á pall í Århus

Leygardagin verður árligi aðalfundurin hjá Føroyingafelagnum í Århus. Um kvøldið er livandi tónleikur við Høgna Reistrup á skránni Árligi aðalfundurin hjá Føroyingafelagnum í Århus verður leygardagin. Á fundinum verður millum annað val av nýggjum formanni, nú greitt er, at formaður felagsins seinasta árið, Hergeir P. Vang, ikki tekur við afturvali.

 

Umframt val av nevndarlimum verða viðkomandi evni tikin upp til umrøðu, upplýsir felagið.

 

Í ár væntar fráfarandi formaðurin, at eitt av høvuðsevnunum á fundinum verður, hvussu felagið í Århus kann fáa fíggjarligan stuðul úr Føroyum. Sum nú er, er Århus kommuna einasti almenni stuðulin hjá felagnum.

 

Um kvøldið skipar Føroyingafelagið fyri grýluveitslu, og føroyski trubadururin í Århus, Høgni Reistrup, fer at spæla fyri landsmonnunum í býnum. Meir fæst at vita um grýluveitsluna og aðalfundin á heimasíðu felagsins www.aarstova.dk