Í gjár varð nýggja saltgoymslan á Toftum reist og á ólavsøku verður klárt at taka hana í nýtslu. Tað er J & K Petersen, sum byggja nýggju saltgoymsluna, ið nú er reist á nýggja ídnaðarøkinum Inni á Rætt á Toftum.
Tað er M.J. Saltsøla sum flytir sítt virksemi úr Havn, inn á Toftir.
Nýggi bygningurin er 70 metrar langur og 20 metrar breiður, og goymslan fer at rúma umleið 5.500 tonsum av salti.
Sostatt er nýggja goymslan nakað minni enn goymslan, sum á Saltsølan nú hevur í Havn, men í aðrar mátar verða umstøðurnar nógv betri og arbeiðsligari enn nú.
Hvussu nógv, nýggi bygningurin kostar, vil hann ikki siga.
Orsøkin til, at Saltsølan flytir úr Havn, inn á Toftir, er, at tað er har, viðskiftafólkið er.
Magni Johannesen, stjóri sigur, at tað er onki saltfiskavirki eftir í Havn og at tað er nakað langt at koyra allan vegin inn á Skálafjørðin, hvørja fer, brúk er fyri salti og tí flytir saltsølan aftaná viðskiftafólkið.
Í Havn húsast saltsølan í leigaðum hølum, so tað er lætt at flyta.
Hvørt ár selur saltsølan ímillum 14.000 og 16.000 tons av salti.










