Í dag er reisigildi í Vestmanna. Tað er nýggja læknamiðstøðin í bygdini, sum er reist í dag. Vestmanna Kommuna skrivar á heimasíðuni, at jørðarbeiðið byrjaði í mai mánaða, stoypiarbeiðið um hálvan juli, samstundis sum timburmenninir fóru undir at gera elementini til útveggirnar á verkstaði.
Men síðani hevur tað gingið skjótt við tað, at fyrstu elementini vórðu sett upp 21. oktober og í dag er læknamiðstøðin reist. Læknamiðstøðin skal ætlandi vera liðug í mai mánaða næsta ár. Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, hevur áður sagt við in.fo, at tað er stórur tørvur á eini læknamiðstøð í Vestmanna.
- Fólk, sum hava brúk fyri lækna, hava havt vánaligar umstøður, og læknarnir sjálvir hava eisini gjørt vart við, at umstøðurnar hava verið út av lagi. Soleiðis hevur verið í eini 20 ár ella so.
Borgarstjórin sigur, at tað er kommunan sjálv, sum byggir læknamiðstøðina, og hetta verður ein íløga á einar 5-6 miljónir krónur.
Í fyrsta lagi verður læknin í læknamiðstøðini. Tað er eisini tannlækni í Vestmanna og hann hevur hildið til undir vánaligum umstøðum í skúlanum.
- Tá ið læknamiðstøðin er liðug, er ætlanin at samskipa lækna og tannlækna soleiðis, at báðar hesar tænastur verða undir sama taki, segði borgarstjórin við in.fo fyrr í ár.
|










