SEV skrivar í tíðindaskrivi, at veingirnir á síðstu vindmylluna vórðu heisaðir upp á láss ólavsøkuaftan.
Sambært SEV, so hevur arbeiðið at seta upp vindmyllurnar gingið sera væl. Vindurin argaði arbeiðið fyrstu tíðina, men í góðveðrinum, sum hevur verið stóran part av summarinum, hevur væl og virðiliga eydnast at vinna hetta innaftur.
Tríggjar av vindmyllunum framleiða, sum er, streym inn á elkervið hjá SEV. Hinar 10 verða knýttar í komandi vikurnar. Eftir ætlan framleiða allar 13 vindorku til føroyska elkervið í september.