Reisigildi fyri Nólsoyar Pálshúsinum

sí myndatema

Í gjár var hátíðardagur á Biskupstøð, har boðið varð til reisigildi, nú allar sperrurnar eru reistar á prýðiligu húsunum hjá Nólsoyar Páll, sum í hesum døgum verður endurreist á Biskupstøð.

 

 

Stýrið við Archibald Black, Finn Kjølbro, Anfinn Kallsberg og Líggjas í Bø, arkitekturin, Albert Isfeldt saman við borgarstjóranum, Jógvan Skorheim og stjóranum í Norðoya Sparikassa, Marner Mortensen møttu til eitt lítið hald í húsinum. Eisini vóru handverkarnir, Sjúrður Sólstein og Erland Dahl, sum hava verið knýttir at verkætlanini boðnir við.

 

 

Eisini kom ein av trúgvu grannunum, Jákup á Biskupstøð, framvið. Hann tók til, at Nólsoyar Páll var langabbi abba sín.

 

 

Aftaná hátíðarhaldið í húsinum, beyð borgarstjórin, Jógvan Skorheim til ein betri bita á Fríðu.

 

 

Merkið bleiktraði so fagurt á norðastu sperruni og var hetta hugaligt at síggja, sum tekin um, at nú er eitt týðandi stig nátt í hesi serstøku verkætlan, sum hevur fingið dyggan stuðul ymsa staðni frá.

 

 

Í næstum verður tekja løgd á, klætt og vindeygu sett í, so lokað verður inni fyri veturin, og tað hugaliga inniarbeiðið kann byrja.

 

 

Stigtakararnir við Archibald Black á odda eru varðisligir við tíðarætlanini, men vóna, at á sumri 2018 sæst væl eftir.

 

Tað blíðkar fyri hugaðum monnum plagar at verða tikið til.

 

Myndirnar hevur Dávur Winther tikið