Reisigildi á Læknamiðstøðini við Gøtudal

Reisigildið bleiv hildið fyri arbeiðsfólki, starvsfólki frá kommunu, borgarstjóra og tey við áhuga fyri verkætlanin

Á býráðsfundi 29.02.2024 samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka av tilboði frá Articon, um at víðka um læknamiðstøðina í Gøtudali.

 

19. juni í ár bleiv spakin settur í til útbyggingina av Læknamiðstøðina við Gøtudal. Arbeiðið er komið somikið áleiðis, at reisigildið varð hildið fríggjadagin, 11. Oktober kl. 14:00.

 

Talan varð um eina óformliga løtu saman við arbeiðsfólki, starvsfólki frá kommunu, borgarstjóra og annars tey ið hava áhuga fyri verkætlanini.

 

- Arbeiði hevur gingið øgiliga væl higartil og tað verður gott at fáa fleiri kommunulæknaviðtalur her, sigur Unn Sørinardóttir Perdomo, tekniskur leiðari í Eysturkommunu.

 

Hóast endalig niðurstøða ikki er gjørd, er møguligt at hýsa øðrum starvsfólki innan heilsu- og sjúkrarøkt í nýbygninginum.

 

Kommunan væntar, at um arbeiði framvegis gongur væl, verður útbygningurin klárur at taka í nýtslu áleið hálvan desember 2024.

 

##med2##