Reisast aftur

Bill McLeod Jacobsen, venjari hjá B68, ásannaði leygardagin, at lið hansara hevði tapt ímóti einum liði, sum er nógv betri enn tað botnplássið, tað hevur á stigatalvuni:

– Vit vistu av, at teir hava eitt fínt lið, og tað høvdu vit eisini fyrireikað okkum uppá, men 07 Vestur legði trýst á okkum beinanvegin, segði B68-venjarin, ið eisini helt vágamenn vera meira úthvíldar og kropsliga betur fyri leygardagin.

– Hetta var okkara triði dystur í eina viku, og serliga dysturin ímóti Víkingi sat enn í beinunum. Men vit fara at reisa okkum aftur, og nú hava vit tað luskus, at heilir átta dagar eru, til vit spæla aftur.