Reisa nýggju íbúðirnar í Leirvík

Í gjár byrjaðu teir at reisa nýggju íbúðirnar við Ranggil oman fyri skúlan í Leirvík, og verður hetta arbeiði væntandi liðugt í vikuni.

 

Eysturkommuna veit at siga, at íbúðirnar eftir ætlan verða innilokaðar í næstu viku.

 

Tað er MTM Bygging, ið stendur fyri byggingini av nýggju íbúðunum, sum felagið Bústaðir eigur.


- Ætlanin var at gera lutaíbúðir, men Eysturkommuna avgjørdi at selja verkætlanina til Bústaðir, og verða hetta leiguíbúðir í staðin, sum ein og hvør kann leiga.

Íbúðirnar eru í tveimum støddum, tvær á umleið 58 fermetrar og tríggjar á umleið 70 fermetrar, og haraftrat er ein hjallur/ úthús á 5 fermetrar.

 

- Eftir ætlan standa íbúðirnar lidnar í februar 2014, sigur Eysturkommuna.