Leygardagin 15. juni, verður ein nýggjur minnisvarði avdúkaður í Svínoy. Talan er um ein minnisvarða yvir tey, sum farin eru á sjónum og av øðrum vanlukkum.
Tað er áhugafelagið fyri minnisvarða í Svínoy, ið hevur bílagt minnisvarðan, ið listamaðurin Edward Fuglø hevur sniðgivið. Sjálvur minnisvarðin er framleiddur í Týsklandi og kom til Svínoyar í nátt við Sam.
Arbeitt verður nú við at stoypa fundament til minnisplátuna, sum fer at hava 52 nøvn á.
Í samband við avdúkingina fer Ritan at sigla fleiri eykatúrar 15. juni, og vóna fyriskipararnir at síggja nógv fólk í Svínoy hendan hátíðardagin.

Reisa minnisvarða í Svínoy












