Reinur vodka-kurur

At vodka kann bjarga lívið hjá einum menniskja er kanska ringt at ímynda sær, men hetta er altso komið fyri Tá ið eitt italienskt ferðafólk varð forgiftað í Australia, nýttu australiskir læknar ein kur, ið vanliga ikki verður tengdur at nøkrum lekjandi. Teir brúktu nevniliga reint vodka!

 

24-ára gamla ferðafólkið hevði roynt at gjørt sjálvmorð við at svølgja eina gift, sum eitt nú verður nýtt sum frostvæta. Tá ið hetta kemur fyri, brúka læknarnir vanliga medisinskt alkohol, men júst tá ið hetta ferðafólkið kom inn á deildina, var vanliga medisinska alkoholið uppi. Eitt gløgt høvd fann fram til, at man jú bara kundi nýta vanligt alkohol ístaðin!

 

?Sjúklingurin fekk eitt dropp svarandi til tríggjar drinks um tíman í trý samdøgur, meðan hann var á intensivari deild,? sigur Dr. Todd Fraser. ?Hann var í koma undir allari viðgerðini, og tá ið hann vaknaði aftur, hevði hann als ongar timburmenn.?

 

Ekstra Blaðið skrivar, at italienska ferðafólkið var á sjúkrahúsinum í 20 dagar, áðrenn hann varð útskrivaður.