Hóast jólini eru farin afturum, so standa vit kortini frammanfyri nøkrum vetrar mánaðum aftrat. Men mótin innan smyrsl er munandi øðrvísi enn tann, sum herjaði í jólamánaðinum.
Nýggja make-up kollektiónin hjá Make-Up Store ber heitið Pure, og inniber eina rúgvu av mildum litum.
Meðan eyguni skulu vera nærum heilt ber, skulu varrarnar latast í eina ljósareyða varrastift, og kjálkarnir skulu frískast upp við fersku ella mildum, vínreyðum liti.
Mótin er ógvuliga einfaldur at fylgja, og kann nýtast til bæði gerandisdagin og veitsluhøpi.
Nýggir eygnaskuggar eru komnir til Føroyar í samband við kollektiónina, og litirnir eru í høvuðsheitinum ljóst brúnir, ljósa lilla og silvur hvítir. Haraftrat er ein vøkur, fersku rouge við í
kollektiónini, sum longu nú er vorðin ein best seljari hjá Make-Up Store ketuni.
Haraftrat eru neglirnar settar í hásæti við einum vínreyðum, glitur negalakki, sum gevur eina sterka kontrast til andlitssmyrslið.










