At HB hóast málturkin er við í oddinum, kann liðið uttan iva takka málverjanum eitt sindur. Meðan liðfelagarnir hava stríðst fyri at skora, hevur Tróndur Vatnhamar stríðst fyri at halda málinum reint. Og hetta hevur eisini hepnast heilt væl. Síðani Símun Joensen legði KÍ á odda eftir 10 minuttum í triða Formula-dystinum hjá HB, er einki mál farið í HB-meskarnar í Formula-dysti. Til samans gevur tað 445 minuttir.