Henda fyritøkan hevur í fleiri ár verið á marknaðinum, og hevur framleitt umleið 27 størri og smærri reinsiverk til bygdir og býir í Føroyum.
Skipanin verður væntandi latin kommunu um einar 10 vikur, og kunnu borgarar í Sørvági tí vænta at reint vatn rennur úr vatnkranunum tíðliga í komandi ári.
Húsið til reinsiverkið varð bygt samstundis sum brunnarnir vóru bygdir fyri nakað av tíð síðani.
Nevnast kann, at Sørvágs Kommuna umframt hesa skipanina sum nú er bíløgd, hevur tríggjar aðrar smærri skipanir frá sama felagi.