Tey samfeløg, sum hjúkla um sítt mentunarlív og tryggja útbúgving og gransking góðar umstøður, hava bestu møguleikar at standa seg í tí hørðu kappingini.
Tjóveldi staðfestir í síni valskrá, at sum landsins størsta kommuna skal Tórshavnar kommuna slóða fyri á umhvørvisøkinum. Vit seta hægstu mál fyri umhvørvi, orku og tilfeingisnýtslu.
Vit vilja skunda undir umlegging til reina orku fyri húsarhald og vinnu, og almennar byggisamtyktir eiga at eggja til orkusparing og dygga bjálving.
Ítøkilig mál verða sett fyri umlegging frá dálkandi til varandi orku. Stuðlað verður undir upplýsing um orkusparandi tiltøk. Allar kommunalar nýbyggingar skulu vera orkuvinarligar.
Nýskipanin av kloakkunum heldur fram, og mannagongdir skula tryggja, at hesi viðurskifti eru í lagi í nýggjum byggingum frá fyrsta degi. Reglur verða gjørdar, sum tryggja, at einstaklingar, stovnar og virkir ikki dálka.
Mentan og lestur
Tjóðveldi ásannar, at Havnin sum høvuðsstaður og miðstaður hevur eina serliga uppgávu at lyfta, skula Føroyar náa málinum at fáa fleiri hægri útbúgvingar, fleiri lesandi og eitt fruktargott granskingarumhvørvi.
Tjóðveldi vil, at Tórshavnar kommuna er virkin í stríðnum at menna lestrar- og granskingarumhvørvið. Kommunan sær til, at miðnámsskúlar, lærdi háskúlin og granskingarumhvørvið fáa bestu staðseting og umstøður til eitt mennandi umhvørvi fyri gransking, vinnu og mentan.
Øki verða sett av til lestraríbúðir og virkað verður fyri at stig aftur verða tikin til lestrarbústaðir.
Tann skapandi mentanin fær bestu sømdir og skaptir verða karmar fyri blómandi mentanarlívi. Tónleikinum verða útvegaðar góðar framførslu- og venjingarumstøður, og virkað verður fyri at musikkskúlin fær tíðarhóskandi karmar at virka undir.
Orðaður verður ein ítróttapolitikkur, sum stingur út í kortið ætlanir fyri ítróttaligar karmar og mál í kommununi. Kommunan eigur at stuðla øllum mennandi ítróttar- og frítíðarvirksemi og øllum feløgum verða veittir somu møguleikar.
Tekur tú undir við hesum sjónarmiðum, velur tú Lista E á býráðsvalinum 11. november. X við E.










