Í kvøld verður eitt satt brag í niðurflytingarstríðnum í Premier League. Swansea fær vitjan av Southampton. Bæði liðini hava 33 stig, men liggja hvør sínumegin niðurflytingarstrikuna. Mett verður, at tað er vert áleið ein milliard krónur at yvirliva í deildini.
Upptaktin til dystin hevur verið merkt av tí, sum Southampton kallar fyri óreint spæl. Hópurin hjá felagnum skuldi gista á Marriott gistingarhúsinum í Swansea, sum liggur í Wales. Tá hópurin kom til gistingarhúsið sunnudagin vóru boðini, at kømrini ikki vóru tøk orsaka av einum virus. Talan er um 40 kømur.
Liðið má nú búgva í fleiri enn 60 kilometrar frá leikvøllinum, sum merkir at liðið skal avstað væl fyrr enn ætlað. Eitt umboð fyri Southampton hevur sagt við bretskar miðlar, at hetta gevur teimum eyka motivatión til dystin í kvøld.
Einki prógv er fyri, at Swansea hevur nakað við hendingina at gera, men víst hevur verið á, at vanlig fólk hava kunnu bílagt sær kamar, hóast Southampton bleiv vent í hurðini. Bæði liðini hava tveir dystir eftir. Swansea fær í seinasta umfari vitjan av Stoke City, meðan Southampton fær vitjan av Manchester City.