Reint føroyskt

Í staðin fyri at fylla pallin við útlendskum nøvnum, so sleppa ókend at royna seg

- Hetta er besti festivalurin í Føroyum av tí at tað er reint føroyskt, sigur Gunnar.

 

Eingi útlendsk nøvn standa á skránni, og tað gleðist Gunnar um.

 

- Í staðin fyri at fylla pallin við útlendskum nøvnum, so sleppa ókend at royna seg. Og um nakað var at fílast á, so kundi tað kanska verið, at fleiri ókend og lokal skuldu sloppið framm at.

 

Fyrr í dag var bólkurin Butterflies á pallinum. Butterflies er sprottin úr Garnahúsinum á Oyri.

 

- Garnahúsið er eitt gott tiltak fyri tey ungu. Butterflies hava ment seg nógv seinastu tíðina, tey hava vant í Garnahúsinum og kláraðu seg heilt væl í dag.

 

Gunnar gleðist eisini um framførslurnar hjá Esteri og Marna.

 

- Tey hava ment seg nógv seinastu tíðina, serliga raddirnar hjá teimum. Tey kláraðu seg sera væl í dag, bæði tvey.