Reint drekkivatn til árnfirðingar

Árnafjørður: Nýggja vatnreinsiverkið í Árnafirði hevur nú koyrt í næstan tveir mánaðir, og royndirnar vísa, at drekkivatnsgóðskan er í lagi, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.

Kanningarnar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vísa, at bæði tey kemisku og tey mikrobiologisku úrslitini lúka krøvini, sum sett eru fyri drekkivatn. Út frá hesum kunnu tí allir íbúgvar og virkir í Árnafirði brúka drekkivatnið beinleiðis úr krananum.
Fyri at eftirkanna og tryggja framhaldandi nóg góða vatngóðsku, ætlar Klaksvíkar Kommuna framyvir at gera regluligar kanningar av drekkivatninum.