Reinsivirkið verður nú bygt á Eiði

Arbeiðið við at byggja virkið, sum skal taka í móti og sóttreina slógv frá alivinnuni, er í gongd, og væntandi fer virkið undir at taka í móti slógvi í summar

Sóttreinsan

Eiði:Arbeiðið upp á virkið hjá Salmon Proteins á
Eiði gongur eftir ætlan. Væntandi verður farið undir framleiðslu í summar, sigur stjórin.
Jógvan Emil Nielsen, stjóri á Slamon Proteins, sigur, at í grundini eru teir eitt sindur framman fyri tíðarætlanina við sjálvari byggingini.
Eisini er avtala gjørd við flutningsfelag, sum skal taka sær av at flyta alt slógvið frá føroysku alivirkjunum til virkið á Eiði. Tað eru Hans Egil Joensen og synir av Eiði, sum hava fingið flutningin. Teir fara nú at gera onkrar íløgur í bil og tangar, soleiðis, at klárt er at byrja, tá virkið er klárt.
Jóvan Emil Nielsen sigur, at virkið fer at taka í móti slógvi frá øllum alibrúkum í landinum. »Rávøran«, um tað kann nevnast so, er býtt í tvey. Slógv frá deyðum ella sjúkum fiski, og vanligt slógv frá kryvjivirkjunum frá fiski, sum tikin er á vanligan hátt.
Eisini verður viðgjørda vøran seld í tveimum, sigur hann. Tað, sum kemur frá sjúkum ella deyðum fiski, kann ikki brúkast til annað enn minkafóður. Hitt, sum kemur frá vanligu tøkuni, verður brúkt aftur í fóðurframleiðslu til eitt nú alifóður. Vøran verður seld fóðurframleiðarum í Noreg og Danmark, sigur Jógvan Emil Nielsen.
Tað verður ikki gjørt annað við slógvið enn, at tað verður kókað, so øll møgulig smitta doyr. Síðan verður tað í tangum flutt av landinum.
Sum er flyta alistøðirnar sjálvar alt slógvið óviðgjørt av landinum, og tað kostar teimum væl av pengum.
Tá virkið á Eiði er komið í gongd, verður viðgjørda slógvið fyrst savnað í stórar tangar og síðan flutt við tangaskipum til keyparar uttanlands, sigur Jógvan Emil Nielsen, Tað fer at spara útflytarunum nógvar pengar, væntar hann.
Hinvegin skal so alt flytast til Eiðis við bilum, og tað kostar sjálvandi eisini nakað, men verður ein sparing í mun til verandi skipan.
?Talan er í grundini um eitt ES krav, vit hava gingið undir í samband við veterineravtaluni, vit gjørdu, sigur stjórin á Salmon Proteins. Har verður kravt, at slógv skal vera viðgjørt í tí landinum, tað kemur frá.
Sum er gjalda alararnir nógv fyri at sleppa av við slógvið. Teir koma framvegis at gjalda fyri tað sjúka slógvið, men vit fara við hesum virkinum at lætta munandi um flutningsútreiðslurnar yvirhøvur, sigur Jógvan Emil Nielsen.
Tað eru nakað oman fyri 20 partaeigarar í felagnum Salmon Proteins, Tað eru føroysku alifyritøkurnar umframt Havsbrún og Føroya Fiskavirking. Eini fýra fólk fara at arbeiða á virkinum, tá farið verður í gongd í summar.