Serfrøðingar siga, at broytingarnar í veðurlagnum hava broytt lívskorini hjá reinsdjórunum munandi, og tá stovnurin er lítil frammanundan, kunnu broytingarnar hótta stovnin. Millum annað regnar tað verri í Norðurkanada nú enn fyrr, og tá regnið frystir til ís, hava reinsdjórini ilt við at fáa ta neyðugu føðina.