Eitt er so heilt avgjørt; miðbýurin er ikki deyður. Fríggjadagin kl 18:00 verður skipað fyri kappingini Wacken Metal Battle Føroyar, til frama fyri at kjósa vinnarin, ið skal vera tað føroyska umboðið til kappingina Wacken Open Air, ið verður hildin í Týsklandi.
Bólkarnar, ið luttaka fríggjakvøldið eru:
– Svartsalt
– In Parallel
– Iron Lungs
– Slýggj
– Asyllex
– Konqueror
– Svartideyði
– Reduced To Ash
– Goresquad
– Sun Magnet
– The Happening
Wacken Open Air er ein heavy-metal summarfestivalur, ið er á hvørjum ári í Týsklandi. Festivalurin hevur verið eitt árligt tiltak síðan 1990, og hevur á hvørjum ári uml. 86.000 áskoðarar.
Spennandi verður at finna útav hvør vinnur fríggjakvøldið.
Um tú vilt frætta meira um tiltakið í morgin ella komandi tiltøk á Reinsaríinum kanst tú fara inn á http://www.reinsariid.fo/wacken-metal-battle-i-perluni/ / http://www.reinsariid.fo/