Reinsaríið letur upp mikudagin

Nú letur Reinsaríið í Havn upp. Almenn móttøka verður mikudagin 1. oktober klokkan 16 í sambandi við, at húsið er liðugt umvælt

Nú letur Reinsaríið í Havn upp. Almenn móttøka verður mikudagin 1. oktober klokkan 16 í sambandi við, at húsið er liðugt umvælt.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer at bjóða vælkomin, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, fer at greiða frá verkætlanini.

 

Umboð fyri tónleikararnar fara eisini at hugleiða um, hvørjir møguleikar eru í húsinum.

 

Bárður Johannesen fer at undirhalda undir móttøkuni, og aftaná fara Lena & Niclas at syngja og spæla.

 

Okkurt at eta og drekka verður at fáa.

 

Bogi Andreasen er settur í starv sum samskipari í Reinsarínum og Perluni.

 

Bogi Andreasen er 41 ára gamal og upprunaliga útbúgvin námsfrøðingur. Bogi Andreasen kemur úr starvi sum býlingsstjóri í SMS. Frammanundan var hann leiðari í Margarinfabrikkini og hevur eisini arbeitt í marknaðardeildini hjá BankNordik.

 

Í tvey ár, meðan Bogi Andreasen var leiðari í Margarinfabrikkini, hevði hann eisini ábyrgd av Perluni og Reinsarínum, har hann m.a. skipaði fyri konsertum og mentanarligum tiltøkum.

 

Reinsaríið verður rytmiskt spælistað, tvs. tónleika- og konsertstað burturav, og verður saman við Perluni týðandi mentanarhøli í miðbýnum.