Reinsar meiri enn so

-

Í blaðnum í farnu viku høvdu vit tíðindi frá býráðsfundinum í Vági, at ætlanin er at gera eitt nýtt reinsiverk til brunnin í Gjógvará.

Tá varð upplýst, at reinsiverkið klárar 20 tons um tíman.

Men ráðgevandi verkfrøðingurin hjá Vágs Kommunu, Svenn Brimheim, vísir á, at reinsiverkið hevur nógv størri orku enn so.

?Í reinsiverkinum eru tveir tangar, sum reinsa 20 tons um tíman, hvør, so tilsamans reinsar tað 40 tons um tíman. Men tað ber til at byggja tað út við einum tanga afturat, so at tað kemur upp á 60 tons um tíman.

Í reinsiverkinum, sum er í Vági frammanundan, eru tríggir tangar, sum hvør reinsar 20 tons um tíman. Og tað reinsiverkið kann útbyggjast við einum tanga afturat, so at tað reinsar tilsamans 80 tons um tíman.

Svenn Brimheim leggur afturat, at arbeiðið verður gjørt við føroyskari framleiðslu og arbeiðsmegi.