Havi sjálv verið og lurtað nakrar ferðir, og havi tá tosað við tónleikarar, sum hava spælt, og sum eisini hava verið áhoyrarar. Øll tey, sum eg havi tosað við, siga hvussu væl hetta hevur eydnast og hvussu væl Reinsaríið riggar sum spælistað. Eisini liggur Reinsaríið sera væl fyri í Mentanargøtuni (Tórsgøtu).
Beint fyri summarferiuna játtaði býráðið pengar til eina verkætlan at gera Reinsaríið klárt til varandi almenn endamál. Gerast skulu fleiri ábøtur, so sum wc, hiti og aðrar vanligar innleggingar. Tað er sostatt ikki endaliga avgjørt hvat Reinsaríið skal nýtast til.
Nú hava tónleikarar bíðað og longst eftir einum spælistaði í langa tíð, og enn er óvist um Reinsaríið yvirhøvur verður til spælistað. Tað skal býráðið avgera í síðsta enda.
Mín vón er, at Reinsaríið verður nýtt sum spælistað framyvir.
Javnaðarflokkurin er greiður yvir støðuna og vit ynskja at gera nakað við hetta, nevnliga at gera spæliumstøðurnar hjá tónleikarunum betri.
Fái eg tín stuðul til Býráðsvalið tann 11. november, ert tú við til at betra um umstøðurnar hjá tónleikarunum. Eg skal so gera mítt til, at hetta mál verður loyst skjótt og væl.
X við lista C