Mentamálanevndin hjá Tórshavnar Býráð hevur gjørt av, at gamla reinsaríið skal eita Reinsaríið
Seinastu dagarnar hava vit hoyrt Reinsaríið í Havn verið nevnt ?Hansens Pakkhús?. Men millum havnarfólk hevur húsið verið betur kent sum ?Reinsaríið?.
Hvør minnist ikki ímyndina av Reinsarínum, Mariu á Reinsarínum?
Mentamálanevndin sigur, at navnið ?Reinsaríið? altíð skal nýtast, tá ið kunnað og lýst verður við tiltøkum í húsinum.