Reinsaríið opið aftur og heldur tilmælini

Janus Wiberg Mortensen og Gulddreng fara á pall í Havn um vikuskiftið, tó ikki í Luux, sum ætlað, tí fyrireikararnir valdu at avlýsa tiltakið, m.a. eftir at myndugleikarnir høvdu mint á tilmælini viðvíkjandi koronusmittuni.

 

Men ístaðin fara Janus og Gulddreng á pall á Reinsarínum fríggjakvøldið, men hvussu ber hetta til, tá hitt ikki riggar?, ber til at spyrja.

- Hetta er heilt einfalt ein heilt annar leistur, sigur Bogi Andreasen, samskipari.

- Vit hava opið aftur, og hava eisini havt nakrar konsertir. Hetta merkir, at húsið ikki er fullsett, men at eini 70 fólk sleppa inn, og ikki tey 150 fólkini, sum pláss er fyri undir vanligum umstøðum, sigur Bogi Andreasen.

- Vit megna soleiðis at halda tilmælini, men nakað heilt annað er, at ongin verður ríkur av hesum, tí tá markið er 70 fólk, so er ikki lætt at fáa hetta at hanga saman fíggjarliga, vísir Bogi Andreasen á.

Janus og Gulddreng fara á pall í kvøld klokkan 20 á Reinsarínum.