Reinsandi býráðsfundur

Tey fyrstu fýra málini, sum koma fyri á býráðsfundi í Havn hóskvøldið, eru um reinsiverk og kloakkir Býráðsfundurin í Havn, sum verður hóskvøldið 11. oktober, verður sambært fundarskránni rættiliga umhvørvisvinarligur.

Fyrsta mál á skránni er nýtt vatnreinsiverk í Havnardali. Málið hevur verið fyri á býráðsfundi fyrr, eins og tað eisini hevur fingið nevndarviðgerð.

Annað málið er eisini um reinsing. Hesaferð av Vestaru Vág og umfatar kloakkering í økinum fram við Rættará og heim gjøgnum V.U. Hammershaimbsgøtu og í Gríms Kambansgøtu.

Triðja málið er um nýtt reinsiverk við Djúpagilsvegin fyri at lætta um trýstið á reinsiverkið niðri í Hoydølum.

Fjórða málið er um kloakkviðurskiftini í Nólsoy, sum skulu fáast í rættlag í fríggjarárunum 2007 og 2008. Hetta arbeiðið er eisini liður í setninginum at hava fullfíggjað og góðkent kloakknet í 2010.

So fundarskráin hesaferð er ein av teimum umhvørvisvinarligu.

Kelda: Tórshavnar kommuna