Reinsan - ein stórleikur á Tjóðpallinum

Tjóðpallur Føroya er farin undir venjingar til ein stórleik, sum verður sýndur í heyst.

Talan er um finska leikin ”Reinsan” (Pudhistus) eftir Sofi Oksanen (myndin), sum var undangonga til kendu skaldsøgu hennara.

Sofi Oksanen vann Norðurlendska Bókmentaprísin í 2010 fyri skaldsøguna, sum á donskum eitur ”Renselse”. Nú verður søgan sýnd sum sjónleikur á Tjóðpallinum. Hans Tórgarð hevur týtt leikin til føroyskt.

Danin Kim Dambæk er leikstjóri og Oana Constantineanu, eisini úr Danmark, ger pallmyndina.

Søgan gongur fyri seg í tveimum tíðarskeiðum í Estlandi: í 1940'unum og -50’unum, tá Estland varð hersett av Stalin og estar í túsundatali vórðu tvangsfluttir til Sibiria, og í 1992, eitt ár eftir, at Estland varð sjálvstøðugt. Ein summarmorgun í 1992 finnur gamla estiska konan Aliide Tru eina unga og útlúgvaða kvinnu uttanfyri húsini hjá sær úti á bygd í Estlandi. Unga kvinnan Zara er blivin lumpað frá sínum heimi í Vladivostok til skøkjulevnað í Europa. Hon er endað í Tallinn saman við sínum alfonsi og er rýmd higani. Báðar kvinnur bera ræðuligar loynidómar og sum leikur fer verða hesi loyndarmál og sambandið kvinnurnar ímillum avdúkaði.

”Evnini í skaldsøguni, kærleiki, svik, vald og valdsloysi, eru tíðarleys. Við einum sjáldsama neyvum og rámandi máli lýsir Oksanen, hvat søgan ger við einstaka menniskja og søgunnar nærvera í nútíðini”, ljóðaði m.a. grundgevingin frá dómsnevndini, tá bókin varð heiðrað við norðurlendska bókmentaprísinum í 2010.

Søgan ”Pudhistus” varð upprunaliga skrivað sum sjónleikur, men út frá leikritinum vaks skaldsøgan, sum kom út í 2008 og gjørdist nummar eitt á bestseljaralistanum beinanvegin.

Leikarararnir eru seks í tali: Birita Mohr, Barbara Christophersen, Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð, Bárður Persson og Hjálmar Dam.