»Reinir motorar dálka ikki?«

»Reinar tenn brenna ikki!«, plagdi at standa á tannlæknakoritnum frá skúlabarnatannlæknanum í Havn, hvørs ímynd í nógv ár var Erling Simonsen, tannlækni. Mánadagin kom hann heim til Føroya við umbygda bili sínum, ið nú koyrir upp á rapsolju

BILAR

Sjáldan hevur verið gjørt so nógv hóvasták burtur úr einum so lítlum bili, sum VW Lupo bilinum hjá Erlingi Simonsen. Hetta er tó ikki uttan orsøk. Fyrr sungu skúlabørnini »busta tenn, busta tenn, tað sigur Erling Simonsen«. Eitt slagorð hjá tannlæknum er eisini, at »reinar tenn brenna ikki«. Nú kunnu vit eisini siga, at »reinur motorur dálkar ikki«, tað sigur Erling Simonsen.
Hetta er tað, sum er so áhugavert við hesum Lupo bilinum, hann er sera umhvørvisvinarligur. Nú er tað ein fyrimunur hjá Erling Simonsen, at hann hevur havt bilin í hálvtannað ár, áðrenn hann bleiv gjørdur um til rapsbil. Tí merkir hann beinanvegin, um bilurin er broyttur, um hann kraftar tað sama o.s.v.
Erling Simonsen sigur, at so at siga eingin munur er á bilinum, hann trekkjur tað sama, og bilurin er líka kvikur, sum hann var áðrenn umbyggingina.
Tá tangin er tómur, kann hann ikki fáa rapsolju á servicestøðunum í býnum, tí hevur hann ein tunnu við 200 litrum av rapsolju heima. So eina tíð framyvir verður hann sín egni »tankpassari«.