“Reinir bilar” bíligari

Teir bilar, ið verða skrásettir eftir 1. januar 2017, skulu rinda umhvørvisgjald, meðan verandi bilar halda fram við vektgjaldinum

– Fleiri føroyingar skulu koyra í umhvørvisvinarligum bilum, sum brenna og dálka lítið.

Tað ætlar landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, sum hevur sent eitt uppskot til ummælis, sum hevur í hyggju at broyta skipanina við vektskatti til eitt umhvørvisgjald.

Nýggja skipanin við umhvørvisgjaldinum skal eftir ætlan setast í verk 1. januar 2017, og tí verða tað bara teir bilar, ið verða skrásettir eftir henda dag, ið skulu rinda umhvørvisgjald, meðan verandi bilar halda fram við vektgjaldinum.



Øll kunnu siga sítt

Kjarnin í uppskotinum er, at brúkarin verður eggjaður til at velja tann motorin, ið hevur minst útlát, tá hann velur at keypa nýggjan bil, tí tá fær brúkarin ein fíggjarligan fyrimun frá landinum, tí bilar, ið hava lítið útlát, eru samstundis teir bilarnir, ið brenna minst.

Ofta, tá landsstýrið leggur uppskot út til hoyringar, er talan um útvaldar hoyringspartar, men í hesum føri vil landsstýrið hoyra frá so nógvum sum gjørligt, og tí er uppskotið lagt út til almennar hoyringar á heimasíðuni www.foroyalandsstyri.fo. Freistin at gera viðmerkingar er 15. august.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Kristinu Háfoss.