Reingerð á sjúkrahúsunum skal ikki einskiljast

Tað verður av ongum, at reingerðin á føroysku sjúkrahúsinum verður útveitt til privat at reka.

Tað staðfestir Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Nú játtanarkarmarnir fyri næstu árini eru lagdir fram, hevur samgongan lagt stóran dent á at útveita ein munandi part av almennum tænastum.

Samgongan sigur, at tað fer at føra stóra sparing við sær, heilt upp í eini 20%-30% av útreiðslunum.

Í hesum sambandi hevur verið nevnt, at eitt, sum kann útveitast, er reingerð á sjúkrahúsum og øðrum almennum stovnum.

Men hesum vísir Karsten Hansen aftur.

Hann staðfestir, at okkara sjúkrahús eru óvuliga væl hildin í so máta og tað skal ikki broytast.

Hann hevur eisini sæð donsk sjúkrahús men hann sigur, at tað er munur á, at tað er reinari á okkara sjúkrahúsum, so reingerðin skal varðveitast, sum hon er.