Ása Jacobsen, sum er Ph.d.-lesandi á Setrinum og granskari á Føroya Fiskaaling, hevur saman við øðrum skrivað ritgerð um, hvussu stóran týdning reinsan av búkrúminum á kruvdum laksi hevur fyri góðskuna á flakinum.
- 27 framleiðslu- og góðskuparametrar vórðu mátaðir á í alt tríati reinsaðum og óreinsaðum, køldum og ókøldum laksum. Kanningarnar vístu greitt, at flakarivur og minkaður flakafastleiki høvdu samband við eftirverandi blóð-, nýra- og innvølisrestir í búkrúminum. Multivariat analýsa avdúkaði harafturat, at flakarivur og skerdur flakafastleiki vóru stórt sæð einans orsakað av tvørrandi reinsing. Eisini vístu kanningarnar, at ókøldur fiskur misti lit á flaki og táknum eftir heilt fáum tímum, skrivar Setrið á heimasíðu sínari.










