Góður vani er altíð at viðgera allan ráan flogfenað (dunnur, gæs, kalkunir og høsnarungar) sum um hann var fongdur við sjúkuelvandi bakterium, sum t. d. Salmonella.
Ráð fyri at minka um vandan
?Dunnan skal tiðnast í ílati, soleiðis at tiðnivatnið ikki drippar á aðrar matvørur, borð og annað (tiðningin skal helst ganga fyri seg í kulda)
?Tá tann ráa dunnan verður tilreidd dálkar hon vask, borð, amboð o. a., sum hon kemur í samband við
?Sera umráandi er, at kókaður matur, salat og annar matur, sum er klárur at eta, ikki kemur í samband við ta ráu dunnuna ella tey nýttu amboðini
?Íløt, knívart, skeribretti o. a., sum kemur i samband við ta ráu dunnuna, skal vaskast væl viðheitum vatni og sápu aftan á nýtslu
?Dunnan skal verða gjøgnumstokt og t. v. s. atkjøti skal ooysna lætt frá beininum. Hitin inni við bein á tjúkkasta stað skal vera 75°C ella heitari
?Restir skulu goymast í kuldaskápi, og um marturin verðurhitaður uppaftur, skal hann hitast væl
?Borðlappar, sum verða nýttir til reingerð undir og aftan á tilreiðingina av tí ráu dunnuni, skulu skiftast út við reinar borðlappar
?Umráandi er at vaska hendur ofta og serliga aftan á arbeiði við tí ráu dunnuni.
?Pakningur av dunnu og innvøli skal burturbeinast fullgott, soleiðis at vandin fyri, at eitt nú djór kunnu spjaða bakteriuna í umhvørvi ella smitta frá sær, er minst møguligar. Verður innmaturin brúktur sum djóraføði, verður rátt til at kóka hann fyrst.
Gjørt verður annars vart við, at ansast skal til einahvørja tíð eftir, at skeribretti, knívar o. o ambo- til ráar kjøtvørur og fisk, verða vaskað væl áðrenn tey verða nýtt til eitt nú gørnmeti ella liðugt hitaðar matvørur.
Best er sjálvandi við einum setti av skeribrettum, amboðum o. a. til hvørt av teimum ymsu virksemunum í køkinum.