Sandavágur: Fyri einum ári síðan varð farið undir samstarv við Almanna- og heilsumálaráðið, virkandi landslæknan, Per Vagn Hansen, og reinførissjúkrarøktarfrøðingin William Smith um at orða ein reinførispolitikk fyri at fyribyrgja sjúkum og ovurviðkvæmi.
Í dag er ikki loyvt at brúka sápur, krem ella líknandi, sum ikki er góðkent av danska Heilsustýrinum, eins og bert pappírshandklæði verða nýtt.
Síðan tíðliga í fjør hava allar sjúkur hjá starvsfólki og børnum í kommunalu stovnunum verið skrásettar, fyri at kanna, hvørja ávirkan reinførispolitikkurin hevur havt. Umframt hetta er gjørdur ein reinførispolitikkur, sum greitt lýsir, hvat og hvussu ofta tað skal gerast reint. Hetta skal skjalfestast dagliga.
Øll starvsfólk, pedagogar, hjálparfólk, reingerðarfólk og onkur politikari hava verið á skeiði hjá Williami Smith, har undirvíst varð í reinføri, fyri at fáa fyribyrgt sum mest av sjúkum.
Skeið verður eisini børnunum, tí ætlanin er at William Smith skal hava skeið fyri teimum í, hvussu ein vaskar hendur. - Hetta, at læra børnini at vaska hendur, er ikki nýtt á Sóljugarði.
Tílíkt skeið varð fyri nøkrum árum síðan hildið fyri bæði børnum og vaksnum á stovninum, verður sagt á heimasíðuni hjá Sandavágs kommunu.never mynd