Reinert hevur tikið avgerð

Ein skaði hevur havt við sær, at Petur Reinert hevur umhugsað at lagt dømingina frá sær.

Tann nú fyrrverandi altjóða dómari føroyinga, Petur Reinert, hevur verið ivasamur um hann fekk hildið fram við at døma vegna ein skaða í hælinum, sum hann hevur drigist við í fleiri ár.


Í fyrsta lagi legði Petur Reinert starvið sum FIFA-dómari frá sær í fjør. Hetta starvið fall heldur Kára J. á Høvdanum í lut, og Petur Reinert hevur verið ivasamur um hann yvirhøvur fór at halda fram við at døma her heima.


Les eisini: Dømdi altjóða dystir í 28 londum


Avgerðin er nú tikin, og Petur Reinert heldur fram við at døma føroyskan fótbólt í øllum førum í eitt ár afturat. Hetta váttar hann fyri in.fo í dag.


Petur er longu settur á uppgávur fyrsta umfar av landskappingunum nú um vikuskiftið. Leygardagin dømir hann 1. deildardystin ímillum NSÍ og KÍ, og sunnudagin verður hann 4. dómari í Betri-dystinum ímillum EB/Streym og B36.


Petur Reinert, sum júst er blivin 40 ár, hevur dømt 578 dystir, umframt at hann í øðrum meira enn 200 dystum hevur verið hjálpardómari, 4. dómari og eygleiðari.