Heimskendi skemtileikurin hjá Dario Fo “Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!” varð upprunaliga skrivaður í 1974, men í 2006 endurnýggjaði og nútímansgjørdi Dario Fo leikin, og tað verður henda útgáva, ið verður at síggja í Sjónleikarhúsinum 11.oktober
Evnið í leikinum er einki broytt síðan sjeytiárini – tíverri, kunnu vit siga: stríðið hjá tí vanliga fólkinum at yvirliva og klára seg við teimum fáu oyrunum man hevur eftir, tá skatturin er farin við sínum, og bankin, streymurin og oljan og alt hitt við sínum, er enn líka aktuelt.
Í leikunum gera konurnar uppreistur, tá prísirnir á matvørum enn einaferð fara upp; í staðin fyri at gjalda tað, tað kostar, so gjalda tær tað, tað kostaði í gjár, ella í síðstu viku – og summar gjalda enntá slett einki. Hesar ólógligu matvørur mugu tó krógvast, fyrst fyri monnunum og síðan fyri politinum, og knappliga eru allar konur í grannalagnum uppá vegin samstundis - og allar minst í níggjunda mánaði!
Tað sum stendst burturúr, er hvørki meir ella minni ein reindyrkað farsa!
Dario Fo er ein tann gitnasti høvundurin av skemtileikum í nýggjari tíð, og leikir hansara verða spældir um allan heim. Hann fekk bókmentaheiðursløn Nobels í 1997. Í Føroyum hevur hann eisini verið á skránni fleiri ferðir seinastu hálvu øldina, og “Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!” var eisini sera væl umtóktur, tá Gríma spældi hann í 1979 við Eyðuni Johannesen og Adelborg Linklett í høvuðsleiklutunum.
Hesaferð verða tað Hjálmar Dam, Ria Tórgarð, Rói Næs, Sissal D. Hjaltalin og Jákup Dahl, ið spæla. Hans Tórgarð hevur týtt nýggju útgávuna og leikstjórnar, meðan Hjálmar Dam stendur fyri pallmyndini.
Sum altíð hjá Dario Fo, so verður farsan ikki minni stuttlig av teimum aktuellu politisku viðmerkingunum – og hóast leikurin er skrivaður í Italia, so kundi tað gott verið her heima hjá okkum.
Frumsýning verður í annaðkvøld, og spælt verður allan oktober mánað.