Reinasta brennistøð í Norðurlondum

- Hetta prógvar, at vit eru á rættari kós, sigur Aslaug C. Gisladóttir, umhvørvisleiðari hjá IRF.

Fara vit eini 25-30 ár aftur í tíðina, rak nógv spillolja í havinum kring Føroyar. Hetta var ein orsøkin til, at IRF í Leirvík í samstarvi við Føroya landsstýri í nítiárunum fór í holt við eina spilloljuskipan. Skipanin gjørdi tað møguligt hjá skipum og virkjum at koma til IRF við oljuni, púrasta ókeypis.

 

- Hetta átak hevur havt við sær, at vit hava reinar firðir í Føroyum í dag, vinnuni og umhvørvinum at frama.

 

Tað sigur Aslaug C. Gisladóttir, umhvørvisleiðari hjá IRF. Hon vísir á, at ein av fremstu uppgávunum, tá hon byrjaði í starvinum hjá IRF, var at byggja upp eina umhvørvisstýrisskipan fyri Spilloljuverkið og tryggja, at verkið varð ISO 14001 góðkent.

 

- Hesa altjóða ISO góðkenning hevur IRF fingið nú í juli, og fingu starvsfólkini serstakliga nógv rós fyri, hvussu vælhildið og skipað virkið er.

 

Aslaug C. Gisladóttir vísir á, at tey eru errin av, at IRF eisini fekk rós fyri at ganga fremst í mun til ringbúskap, sum  DNV-GL (fyrr Norsk Veritas)  bert hevur sæð á sama støði hjá einari aðrari brennistøð í Danmark.

 

- Í ringbúskapi er endurnýtsla í hásæti. Umleið 86 prosent av tí spillolju og oljudálkaða vatni, sum kemur inn til Spilloljuverkið hjá IRF, verður beinleiðis endurnýtt. Seinastu 14 prosentini vera brend, har hitin kann endurnýtast til fjarhita.

 

Hon sigur, at tá Rambøll, sum ráðgevir brennistøðum kring heimin, í vár eisini staðfesti, at IRF hevur eina av heimsins reinastu brennistøðum og tí reinastu, sum teir hava sæð í Norðurlondum, kunnu tey ikki annað enn fegnast.

 

- Hetta prógvar, at vit eru á rættari kós, og vit takka okkara starvsfólki fyri gott arbeiði og ágrýtni, sigur Aslaug C. Gisladóttir, umhvørvisleiðari hjá IRF.