FA-Cup
Einans 40 ára gamli Teddy Sherringham megnaði at fáa bóltin framvið Reina, meðan Zamora, Konchesky og Ferdinand allir sóu Reina taka skot teirra.
Hislop í West Ham málinum tók skotið hjá Hyppia, og hóast hann fór rættan veg eftir skotunum hjá Hamann, Gerrard og Riise, so megnaði hann ikki at steðga teimum. Finalan var frálík og verur ivaleyst ein klassikari, ið fólk fer at hava á orði í nógv ár.
Tá vanliga leiktíðin í F.A. Cup finaluni var av, var 3-3 millum Liverpool og West Ham. Eftir 90 minuttir við sera álopskendum og fantastiska undihaldandi fótbólti, var støðan javnleikur. Leikararnir gjørdu seg klárar til umdystin, ið tó ikki nakrantíð fekk sama brodd, sum vanligi dysturin, men hetta var mest tí helvtin av leikarunum gekk og haltaði. Skaddi Harewood spældi víðari hóast hann næstan ikki fekk gingið, hann fekk ein risa møguleika, men rakti við síðuna av, tí hann fekk ikki staðið á skadda fótinum. Tí endaði umdysturin eisini 3-3.
West Ham var frammanfyri 2-0 ,tá ein hálvur tími var spældur, bæði málini sjálvmál av Jamie Carragher, og mál av Dean Ashton komu aftan á feilir á ávikavist miðvølli og verju hjá Liverpool. Liverpool spældi sjuskutt hesa løtuna. Men eftir málið til 2-0 vaknaði Liverpool, og Cissé skoraði til 1-2 áðrenn steðgin. Síðan javnaði Gerrard og Liverpool trýsti West Ham, sum tó hevði møguleikar. Í 63. minutti skoraði Konchesky til 3-2 til West Ham, ið síðan stýrdu dystinum. Men í 90. minutti javnaði Gerrard til 3-3.
Størsti dagur í enska fótbóltsárinum
F.A. Cup finalan er ein av allar størstu, um ikki tann størstu hendingunum á enska fótbóltsárinum, tí er sera nógv gjørt burtur úr á Millenium Stadion í Cardiff, áðrenn dystin millum West Ham United og Liverpool.
Millenium Stadium hevur enn einaferð fingið æruna av, at verða karmur um hesa risa hending í enska fótbóltskalendaranum. Ætlanin var annars at F.A. Cup finalan skuldi verða fyrsti dystur á nýggja Wembley Stadium, men byggingin av Wembley varð tíanverri somikið seinkað, at hetta ikki bar til.










