Rein portugisisk finala

Tað er neyvan hugsandi annað enn, at tað verða tvey portugisisk lið, sum hittast í finaluni eftir fyrru hálvfinalurnar í Europa League í kvøld. Brasilski Falcao gjørdist heilt stóra hetjan, tá Porto í kvøld sendi Villareal heim til Spania við einum 5-1 tapi í skjáttuni.

 

Tað var annars ikki nógv í fyrra hálvleiki sum bendi á, at úrslitið skuldi gerast hetta. Gamaní hevði Porto meginpartin av spælinum í fyrra hálvleiki, men tað var Villareal, sum í seinasta minutti av fyrra hálvleiki kom á odda 1-0 við máli, sum Cani stútaði í netið.

 

Seinni hálvleikur var tó ikki rættiliga gamal, tá málverjin hjá Villareal feldi Falcao í brotsteiginum, og dómarin peikaði á brotsparksblettin. Málverjin fekk bert gult, og Falcao sjálvur javnaði til 1-1.

 

Stutt eftir skoraði miðvallarleikarin Guelin til 2-1 eftir flott solorun, og síðani stóð tað Falcao á restini av dystinum. Hann gleið eina avlevering frá Hulk í málið til 3-1, áðrenn hann við tveimum flottum stútarum avgjørdi hálvfinaluna við einum tryggum 5-1 heimasigri.

 

Í hinari hálvfinaluni hittust Benfica og Braga. Heimaliðið vann dystin 2-1, eftir at Jardel skoraði til 1-0 til heimaliðið, eina leiðslu, sum Braga vann inn aftur tveir minuttir seinni við Vandinho.

 

Stutt eftir skoraði Cardozo til endaliga úrslitið 2-1 til Benfica, og tí stendur tað púra opið, hvør møtir Porto í finaluni.

 

Myndin vísir ein glaðan Falcao, sum skoraði fýra mál fyri Porto.