Real Madrid skal møta grannunum úr Atletico Madrid í steypafinaluni í sponsku steypakappingini. Atletico Madrid vann samanlagt 4-3 á Sevilla í gjár.
Týskvøldið vann Real Madrid sannførandi á Barcelona og vann sær pláss í Copa del Rey finaluni. Í gjár stríddust Sevilla og Atletico Madrid um hitt plássið í finaluni. Atletico Madrid vann fyrru hálvfinaluna 2-1.
Diego Costa legði gestirnar úr Madrid á odda longu aftaná seks minuttir, tá hann við góðum skoti uttanfyri brotsteigin sendi bóltin framvið málverjanum og í mál. Eitt korter fyri hálvleik økti Radamel Falcao eftir gott uppspæl í vinstru.
Sevilla skuldi nú upp á fýra mál fyri at knúgva reyða og hvíta liðnum úr Madrid, sum í gjár spældi í svørtum. Jesús Navas skoraði tað fyrsta tíggju minuttir seinni við neyvum skoti, sum fór í stongina og inn.
Sevilla fekk Gary Medel og Geoffrey Kondogbia útvístar, men megnaði í evstu løtu at javna við málið, sum Ivan Rakitic skoraði. Samanlagt er Atletico Madrid tó vinnari við 4-3.
Ikki síðani 1996, tá Atletico Madrid vann greipuna, hevur lítlibeiggin úr Madrid yvirskuggað stórabeiggan úr Real Madrid í heimligu kappingini. Í løtuni er Atletico Madrid fýra stig frammanfyri Real Madrid í La Liga, og hevur nú møguleikan at vinna Copa del Rey á júst Real Madrid. Real Madrid hevur tó greitt yvirtakið í innanhýsis grannauppgerðinum.
Copa del Rey finalan verður 18. mai.









