- Eg havi ikki broytt meining, og komi heldur ikki til at gera tað. Jørgen Niclasen noyðist frá, sigur Reimund Langgaard í dag.
Reimund Langgaard úr Sambandsflokkinum var ein teirra, sum atkvøddi fyri uppskotinum um misálit á Jørgen Niclasen, landsstýrismann, í farnu viku.
Hóast misálitsuppskotið fall, so hevur atkvøðugreiðslan elvt til mikið rumbul í samgonguni, tí flokkarnir eru ójavnir á máli um framtíðina hjá Jørgeni Niclasen sum fíggjarmálaráðharra.
Jørgen Niclasen segði í gjár fleiri ferðir við útvarpið hjá Kringvarpinum, at hann hevur fullan stuðul sum formaður og sum fíggjarmálaráðharri í sínum egna flokki, og tí kann tað tykjast sum, at hann ikki ætlar sær at leggja frá sær, tá ið freistin hjá løgmanni er úti, um 12 dagar.
Reimund Langgaard úr Sambandsflokkinum atkvøddi saman við partamanninum Helga Abrahamsen og formanninum í Miðflokkinum, Jenisi av Rana, fyri misálitisuppskotinum á Jørgen Niclasen, og báðir sambandstingmenninir søgdu aftaná atkvøðugreiðsluna, at teir fóru at heita á løgmann, um at loysa landsstýrismannin úr starvi.
- Eg fari ikki at broyta meining í hesum máli. Jørgen Niclasen noyðist at fara frá sum fíggjarmálaráðharri, um tú spyrt meg, sigur Reimund í viðmerking í dag.
Hann vil ikki gera aðrar viðmerkingar til máli.










