Reiðiliga ógvusligt og ikki sørt óhøviskt

Dómararnir í Fasta Gerðarrættinum svara nú forkvinnuni í Pedagogfelagnum aftur

 

 

- Vit vóru samd um, at málið var so mikið væl lýst, at tað var ikki neyðugt við fleiri fundum.

Tað siga teir tríggir dómararnir í Fasta Gerðarrættinum, Halgir Winther Poulsen, Vigdis Johannesen og Durita Tausen

 

Fasti Gerðarrætturin er komin til ta niðurstøðu, at tað var ólógligt av Pedagogfelagnum at nokta limum sínum at søkja starv í landsins forskúlum eftir summarfrítíðina.

Hetta er forkvinnan í Pedagogfelagnum ómetaliga ónøgd við og hevur kært avgerðina fyri nevndini í Fasta Gerðarrættinum

 

Teir tríggir gerðarrættardómararnir halda, at málburðurin hevur verið reiðiliga ógvisligur og ikki sørt óhøviskur og tí hava teir nú gjørt av at svara aftur.

 

Les eisini: Reyvrend av Gerðarrættinum

 

Teir vísa á, at tá ið Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kærdi tann 23. juni, varð boðið um at málið varð viðgjørt sum snarmál og tað merkir, at fundur haldast innan 24 tímar, og úrskurður skal verða sagdur innan 72 tímar.

 

- Sigmund Poulsen, advokatur hjá Pedagogfelagnum, bað um freist inntil 3. juli at lata gerðarrættinum svarrit, av tí at hann var burturstaddur, og av tí at hann hevði ráðgivið felagnum allan vegin í málinum.

 

Hóast hann formliga ikki hevði heimild til tað, gjørdi gerðarrættarformaðurin frávik frá mannagongdini og játtaði umbønina, samstundis sum hann ásetti fund til tann 3. juli.

 

Hetta gjørdi hann tí at hann helt, at tað var bæði rímiligt og skilagott, siga teir tríggir gerðarrættardómararnir

 

Les eisini: Vit eru komin í eina sera óhepna støðu

 

Sigmund Poulsen lat síðan svarrit við tveyogtjúgu skjølum frá sær tann 2. juli, og fundur við dómarunum, advokatunum og umboðum fyri partarnar varð hildin í gerðarrættinum sum ásett.

 

- Á fundinum greiddu advokatarnir frá málinum, hvør út frá sínum skjølum og sjónarmiðum, eins og umboðini fyri partarnar høvdu høvi at greiða frá. Somuleiðis vórðu skjølini gjøgnumgingin.

 

- Gerðarrætturin boðaði frá, at hesin fundurin ikki skuldi roknast at vera formligur úrskurðarfundur, av tí at gerðarrætturin ikki hevði gjørt av, um kærarin fekk viðhald í kravi sínum um snarviðgerð, men at partarnir fingu boð, tá avgerð um hetta var tikin.

 

Eftir at advokatar og partsumboð vóru farin av fundinum, viðgjørdu dómararnir málið og komu til ta niðurstøðu, at tvey av krøvum hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum kravdu snarviðgerð, av tí at blokada og verkfall høvdu gjørt tað ómøguligt at seta størvini til skúlabyrjan.

 

- Hildið varð fram at viðgera málið dagin eftir, og dómararnir vóru samdir um, at málið var so væl lýst frá báðum síðum, at óneyðugt var við fleiri fundum.

- Dómararnir vóru kortini ikki samdir um niðurstøðuna.

 

- Gerðarrættarformaðurin ringdi síðan av fundinum til teir báðar advokatarnar við teimum boðum, at gerðarrætturin ikki helt tað vera neyðugt við fleiri fundum.

 

 Hvørgin teirra kravdi fund, og úrskurðurin varð síðani endaliga orðaður og kunngjørdur pørtunum, siga teir tríggir gerðarrættardómararnir.